“Eg hjálpi fólkum, ið eru nýggj til venjing at byggja ein sterkan og sunnan kropp, og eg hjálpi fólki, ið eru roynd innan venjing, at verða sterkari enn tey hava nakrantíð verið”
Eg havi vant fólk, við øllum møguligum málum og bakgrundum. Frá folki, ið ongantíð hava verið í eini venjingarmiðstøð, til hondbóltspælarar á landsliðinum. Mín venjingarháttur kann orðast sum simpul og effektivur. Eg raðfesti fornuftiga venjingar framm um alt, og eg raðfesti at gera venjingina áhugaverda fyri tann, ið eg venji.
Til dagligt lesi eg samfelagsvísindi á Setrinum, arbeiði sum kontaktpersónur fyri tannáringar gjøgnum fyritøkuna Meng og eri full-time pápi.
Mín specialitetur er att byggja vøddar og at økja um styrki.